Ung i arbeidi

Í døgunum frá 05. til 20. juni kunnu ungfólk melda seg til verkætlanina »Ung í arbeiði«, sum verður í viku 27 til og við viku 29. Umsøkjarin skal vera fyltur 14 ár 2.juli og ikki 17 ár 22. juli.

Verkætlanin fevnir um ymiskt fyrifallandi arbeiði, ið hevur til endamáls at fríðka um kommununa.

Tað veri seg at gera smáumvælingar, lúka, sópa gøtur, mála, rudda og annað.

Arbeiðið er skipað soleiðis, at tey ungu sleppa til arbeiðis tvær vikur í part, svarandi til 80 tímar.

Tíðarskeið

Byrja verður 2. Juli 2012, kl. 08.00 (viku 27) og fram til og við 20. Juli 2012 kl. 16.00 (viku 29).

 

Tilmelding

Melda teg til við at senda ein teldupost til okkum, við at útfylla niðanfyristandandi:

Ung í arbeiði

Ógildug útfylling.

Skriva títt fornavn.

Ógildug útfylling.

Skriva títt eftirnavn

Ógildugt bústaður.

Skriva tín bústað. Gøtu og húsanummar.

Ógildugt P-Tal

Skriva títt P-Tal: Dømi: 120199043

Ógildugt telefon nummar.

Skriva títt telefon nummar

Ógildugt teldupost adressa.

Skriva tína teldupostur adressu.

Ógildugt Bankasamband (kontonummar)

Skriva títt Bankasamband (kontonummar) Dømi:98709209202

Seinasta freist at melda til er onsdagin 20. juni 2012.Ung i arbeidi_1

 

Umsøkjarar skulu búgva í Sumbiar kommunu og vera millum 14 og 16 ár. 27. juni verður kunngjørt hvør hevur fingið tillutað arbeiði.

Arbeiðstíð

Arbeitt verður átta tímar um dagin, frá klokkan 8 til klokkan 16.

Løn

Tey ungu verða sett eftir vanligum setanartreytum.

Lønin er tann sáttmálaavtalaða tímalønin umframt frítíðarløn smb. sáttmála hjá Arbeiðsmannafelagnum Beinisvørð.

Sumbiar Kommuna

Bygdarráðsfundir

Bygdarráðsfundir verður 29. mai 2022. kl. 20:00.

Sumbiar Kommuna.

Yvirliti sæst her

 Akraberg 1  Akraberg 2
Vágur1 Vagur2
Porkeri Krambatangi
Famjinsvegurin Hvalba