BjargingarbaturSuðuroyar Syðru Sløkkilið keypti herfyri ein bát til tilbúgving inni á firðinum og tætt undir landi. Báturin er ætlaður til tilbúgving bæði í smb. við bjargingar og oljudálking os.fr.

Báturin stendur á vogni og er tískil skjótur at flyta runt í økinum, soleiðis at man skjótt kann koma fram, um tørvur er á t.d. bjarging í Sumba ella aðrastaðni, har bátur sleppur á sjógv.

Báturin kemur at standa í einum neysti við Stóra Pakkhús í Vági, har møguleiki bæði er at fara á oman á sjógv úr neystinum, og at draga bátin eftir ein bil niðan á vegin.

Tað eru Sumbiar, Vágs, Porkeris og Hovs kommunur, sum hava keypt bátin til Suðuroyar Syðru Sløkkilið.