rottaUm tú sær rottu í Sumbiar kommunu, sig so frá við at ringja á 22 39 04 ella 26 25 56.

 

 

Um tú sær tekin um rottu, so sum rottuholur, rottulort ella at tað er gnaga í skrelliposanum, boða so frá hesum eisini.

Tá rottu er fráboðað, koma fólk frá kommununi at seta tiltøk í verk, fyri at basa rottuni.

Sumbiar kommuna arbeiðir við at skráseta allar rottufellur, higartil eru 75 fellur skrásettar. Eisini vera fráboðanir um rottu skrásettar.

Um tú hevur eina mynd av, hvar tú sá rottuna, er hetta stór hjálp, fyri at vita, hvar fellan skal setast.

Fyri at seta rottufelluna upp á røttum stað, er neyðugt at hava sera neyvar upplýsingar um hvar rottan er sædd.

Tað sum tú sjálv/ur kann gera fyri at fyribyrgja rottu, er at:

  • Ansa eftir at eingin matur er tøkur, har sum hønur, dunnur ella seyður verða fóðrað
  • tryggja at rottur ikki sleppa til skrelliposan
  • ikki blakað mat út til likkur e.l.
  • tetta steinseting í kjallara
  • kannað, at tað ikki eru opnar rennur frá kjallara

Kunngerð nr. 147 frá 16. november 2017 um fyribyrging og týning av rottu