Upplatingartíðir

Upplatingartíðirnar á bingjuplássinum, eru upplýstar niðast á síðuni.

Sambært løgtingslóg um umhvørvisvernd og kunngerð um burturkast, er strangliga bannað at tveita burtur ella brenna burturkast í náttúruni.

Reglur

Burturkast skal vera í posum, so at tað ikki fýkur runt.

Størri lutir, sum ikki fáast í bingjurnar, skulu lutast sundur, áðrenn hesir verða latnir plássinum. Pappeskjur skulu buntast saman og leggjast í pappbingjuna, (sum bara er til papp). Bingjuplássi tekur ikki ímóti mold, hoyggi og gróti.

Stórum nøgdum (fullum bilum og vognum) av burturkasti sum t.d. frá byggingog umvælingum, ber ikki til at koma við á bingjuplássið. Her mugu fólk annaðhvørt leiga bingju frá IRF, ella sjálv koyra burturkastið til brennistøðinaí Trøllavík.

Tað er strangliga noktað at seta burturkast uttanfyri bingjuplássið ella tveita upp um hegnið.

Tað erstrangliga bannað at koyra nakað burturkast, so sum vembur og annað lívrunnið burturkast aðrastaðni enn á kommunala bingjuplássið.

Brot á hesa reglugerð verður revsað við bót.

Bingjuplássið í Lopra

Á bingjuplássinum eru bingjur til tað, ið brennur, ein til papp og til jarn og metal. Tað, ið ikki kemur undir hesar bólkar, ráðgevur umsjónarmaðurin um. Bingjuplássið er ætlað til húsarhaldsburturkast, sum ikki fæst í ruskposan. Hesar reglur skulu haldast, annars kann umsjónarmaðurin sýta fyri at taka ímóti burturkastinum. Heitt verður á fólk um at gera sítt til, at bingjuplássið er so ruddiligt og reint sum gjørligt.