Sumbiar Kommuna hevur ikki nakrar kommunalar nevndir, so sum Fíggjarnevnd, Teknisknevn, Vega & Havnanevnd o.s.f..

Sambært Kommunustýrisslógin ((Ll. nr. 87 frá 17.05.2000 um kommunustýri (kommunustýrislógin) Kapittul 10 § 58..

Er tað ikki álagt kommunum við færri enn 500 íbúgvum at seta nevndir til beinleiðis fyrisiting av kommunalum viðurskiftum.

Tað áliggur borgarstjóranum at taka sær av teim uppgávum, ið annars høvdu ligið hjá fíggjarnevnd ella aðrari nevnd.

Allir kommunustýrislimir luttaka á kommunustýrisfundum, har kommunal viðurskiftir verða viðgjørd. 

Her ber til at taka niður ella skriva út kommunustýriðs lóggávuna.

(Ll. nr. 87 frá 17.05.2000 um kommunustýri (kommunustýrislógin)).