Víkarbyrgi er gomul landnámsbygd.
Víkarbyrgi varð eftir søgnini løgd í oyði, tá íð Sóttin svarta í 1349 gekk í Føroyum, og lá óbygd til um leið 1830.

Fyrsti maður, sum í nýggjari tíð setti búgv í Víkarbyrgi, var Jógvan Joensen úr Sumba, vanliga kallaður Jógvan eystan Á.

SNEPPAN Í HAMRABYRGI 

Áðrenn sóttin svarta kom og legði alt oyði í Føroyum, var Víkarbyrgi av størstu bygdum. Men sóttin ruddaði út í Víkarbyrgi og Hamrabyrgi (tey vóru tá bæði sum  ein  bygd). Eitt konufólk  í  Hamrabyrgi,  nevnt Sneppan, livdi einsamalt eftir; men hon var vorðin so vill og stygg, at hon fekst ikki upp ímillum fólk aftur. Í Hamrabyrgi varð hon sitandi einsamøll alla sína ævi, og tí gingu menn og kastaðu kjøt niður av einum hamri til hennara, so hon ikki skuldi doyggja í hungri.  


Ein toft er enn í Hamrabyrgi, sum rópast Snepphúsið eftir henni.

Fyri nøkrum árum síðan varð bygdin á øðrum sinni síðan landnámið aftur manntóm. 

 

Bygdarráðsfundur

Bygdaráðsfundur verður 30. juni 2017 kl. 18:30.

Sumbiar Kommuna.

Yvirliti sæst her